NORÐURLENDSKT SKÚLAKJATT - um jól og siðvenjur
Norðurlendskt skúlakjatt um jól og siðvenjur
Í samband við at evnisdagur var um jólini í norðurlendska skúlakjattinum, ritaðu næmingarnir í 5.b inn á teldurnar tórsmorgunin og kjattaðu við næmingar úr tveimum ymiskum norskum skúlum.
Norðurlendskt skúlakjatt er ein stuttligur máti hjá norðurlendskum skúlanæmingum at hittast á netinum og kjakast um ymisk evni, sum eru ásett frammanundan. Kjatt-tiltøkini geva næmingunum møguleika fyri at hitta javngamlar skúlanæmingar úr hinum norðanlondunum og at skilja líkheitir og munir millum skandinavisku málini. Málini, tey kunnu samskifta á, eru danskt, norskt og svenskt.
Skúlakjattið er eitt snúningskjatt, sum gevur næmingum møguleika at tosa við aðrar næmingar í Norðurlondum. Á skíggjanum eru tveir kjattgluggar - ein sær seg sjálvan í øðrum glugganum og ein tilvildarligan norðurlendskan næming í hinum. Hvørt kjatt er í mesta lagi 5 minuttir, og tað eru ávísir spurningar um evni, sum tey skulu spyrja og svara. Børnini vóru saman í bólkum, og tey vóru røsk at tosa, á gøtudonskum, við tey børnini, sum komu fram á skíggjan og tosaðu norskt. Til tíðir var trupult at skilja hvønn annan, og tá hevði onkur hug at skifta til enskt fyri betur at skilja hvønn annan, men á kjattinum skal samskiftast á skandinaviskum, hóast tað kann vera avbjóðandi.
Hetta var stuttligt - hetta verður gjørt aftur :-)




Til heimini
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini