Skapandi heystfagnaður í Trongisvági
Hóast flestu okra óivað gjarna vildu havt nakrar góðveðurssummardagar afturat, bjóða okur sjálvandi eisini heystinum vælkomnum við øllum tí, ið hendan árstíðin hevur at bjóða.
Í innskúlingini hava okur nakrar dagar hesa vikuna havt skapandi heystfagnað við øðrvísi læring, kreativiteti og stuttleika.
Allir næmingarnir í innskúlingini (Glugganum og 1.-3.fl.) vórðu blandaðir í seks bólkar, ið so skiftust um at vitja seks ymiskar verkstovur frá týsdegi til og við tórsdag. Hvør bólkur vitjaði tvær verkstovur hvønn dag, og í gjár, fríggjadagin, fingu tey suppu og eplabátar og kundu fegnast um alt tað, tey hava gjørt hesar farnu dagarnar.
Verkstova 1: Køk
Í skúlakøkini var høvuðsevnið epl. Prátaðu um epl, og hví prátið um epl er viðkomandi hesa ársins tíð.
Næmingarnir flustu epl til suppu og gjørdu eisini eplabátar.



Í gjár varð so í flokkunum borðreitt við eplasuppu, ið Jonleyg hevði gjørt úr flustu eplunum. Suppan smakkaði avbera væl, og tað gjørdu eplabátarnir eisini, og her vóru nógv, ið næstan ikki blivu liðug at eta :-) Omaná fingu tey leskiligar Mariukekskúlur, ið Malla bjóðaði.




Verkstova 2: Tekna bløð
Tá tú ímyndar tær heystið, er tað nokk ein stórur møguleiki fyri, at tú sært bløð, ið detta ella eru dottin av trøunum. Bløð hava eisini fylt nokk so fitt hesar dagarnar. Á verkstovu tvey hava næmingarnir tosað um og tekna/sniðgivið bløð.




Verkstova 3: Tekna við pastel-/oljukritum
Á verkstovu trý teknaðu næmingarnir við oljukritum. Vakrir litir og vakrar myndir komu burturúr.




Verkstova 4: Gera myndir "Børn blása bløð"
Á verkstovu fýra var yvirskriftin "Børn blása bløð". Her vóru myndir tiknar av næmingunum, ið síðani fingu myndina og møguleikan at gera sína egnu mynd, har tey blása bløð. Her gjørdu tey eisini pappírskransar og annað við bløðum.






Verkstova 6: Sniðgev ein veðr
Á verkstovu seks var evnið seyður. Næmingarnir fingu eina tekning av einum veðri, ið tey sluppu at sniðgeva, sum tey vildu, við silkipappíri.






Myndir frá Mallu, Álvgerð og Dianu.
Til heimini
- Jólaevnisvikan (mið- og hádeild)
- Barnalógin í eygsjón
- Betri vinir - Foreldrafundur var í innskúlingini 30. oktober
- Evnisdagar - Saman um krabbamein
- Tryggari internetdagur 2026 - okur eru við á netinum
- Næmingaráðsfundur í mið- og hádeild fríggjadagin
- Rudda út? Okur taka gleðiliga ímóti lutum til loppumarknað
- Ársins rennidagur ónsdag, 24. sept.
- Næmingaráðsfundur verður mánadagin15. september
- Góð felags lesiløta
- Kunning: Heilsufrøðingurin er byrjaður
- Góða námsferð, 9. flokkur :-)
- Í dag er næmingaráðsval í mið- og hádeild
- Fráboðan um skrubb
- Skúlamyndir - kunning