Barnalógin í eygsjón
Tórsdagin vóru Talita og Christian úr 9. flokki í Norðurlandahúsinum í samband við, at hoyringsskriv frá næmingaráðum í øllum Føroyum vórðu handað núverandi og komandi landsstýrisfólkunum í Barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen og Súsannu Bertholdsen.
Hetta er ikki fyrstu ferð, okra næmingar hava verið í Norðurlandahúsinum í samband við arbeiðið at gera eina nýggja Barnalóg. Okur luttóku á tveimum ráðstevnum í farna skúlaári, og í skúlanum hevur næmingaráðið skipað fyri einari hoyring í øllum skúlanum, nú fyrsta uppskotið til, hvat skal standa í barnalógini, varð sent næmingaráðum og øðrum til hoyringar.
Tilfarspakkin, ið næmingaráðið fekk at viðgera, fylti nógvar síður, so týdningarmikið var at skipa arbeiðið væl. Arbeitt varð tveir heilar fyrrapartar umframt nakrar løtur afturat. Næmingaráðið setti seg fyrst væl inn í tilfarið, kunning varð givin til nakrar morgunløtur, og so varð farið út í flokkarnar við kunning og nøkrum spurningum. Síðan varð tikið samanum og hoyringsskrivið skrivað.
Arbeiðið hevur verið strævið men spennandi; rúgvismikið men samstundis eisini nakað, okur øll hava lært nakað av. Liðugt er tað heldur ikki heilt, so nú gleða okur okum at síggja sjálvt lógaruppskotið í næstum; tá fer næmingaráðið aftur at viðgera tað.


Her eru tað næmingaráðsumboðini í 4. flokki, ið spyrja sínar floksfelagar ymiskar spurningar.
Næmingaráðsumboðini úr 4.-7. flokki: Aftast f.v.: Oskar og Sirið (7.), Lea (6.), Silja (4.). Fremst f.v.: Rósa (4.), Emil (6.) og Eyðun (5.). Dagur úr 5. flokki manglar á myndini. Næmingaráðsumboðini úr 8. og 9. flokki hava eisini luttikið; umframt at næmingarnir í innskúlingini eisini hava verið við í gongdini.
Til heimini
- Barnalógin í eygsjón
- Betri vinir - Foreldrafundur var í innskúlingini 30. oktober
- Evnisdagar - Saman um krabbamein
- Tryggari internetdagur 2026 - okur eru við á netinum
- Næmingaráðsfundur í mið- og hádeild fríggjadagin
- Rudda út? Okur taka gleðiliga ímóti lutum til loppumarknað
- Ársins rennidagur ónsdag, 24. sept.
- Næmingaráðsfundur verður mánadagin15. september
- Góð felags lesiløta
- Kunning: Heilsufrøðingurin er byrjaður
- Góða námsferð, 9. flokkur :-)
- Í dag er næmingaráðsval í mið- og hádeild
- Fráboðan um skrubb
- Skúlamyndir - kunning
- Kunning - nýggjur heilsufrøðingur