Eftir ein steðg er Spæliliðið aftur farið til verka. Fyrr í hesum skúlaárinum vóru nakrir næmingar í 7. flokki í Havn á spæliliðsskeiði, og hóast onkur útskifting hevur verið í spæliliðnum síðan tá, eru tað framvegis næmingar í 7. flokki, ið manna liðið.
Tey vilja gjarna átaka sær uppgávuna at spæla saman við yngstu næmingunum onkrar av døgunum, tey eru her úti á Tvøroyri (flokkarnir í innskúlingini eru ein dag um vikuna úti á Tvøroyri).
Fríggjadagin fekk 1. flokkur gleðina av spæliliðnum, tá tey í fimleikahøllini spældu ymisk fangaspøl og endaðu við stikkbólti, og í dag var tað 2. flokkarnir, ið - hóast tað sirmaði eitt sindur - stuttleikaðu sær í skúlagarðinum saman við spæliliðnum.