Nú summarfrítíðin nærkast, nærkast eisini endin á hesum valskeiðnum hjá okra næmingaráði. Okur hava havt fleiri fundir, skipað fyri føstulávintstiltakinum, og í gjár vóru okur og vitjaðu mentanarnevndina hjá Tvøroyrar kommunu.
Okur fingu eina innbjóðing frá mentanarnevndini um at koma á fund við nevndina. Okur tóku sjálvandi av, og tey, ið høvdu møguleika til tað, møttu spent og væl fyri á kommunuskrivstovuni seinnapartin í gjár. Fyri kortum sendi næmingaráðið kommununi eitt skriv við nøkrum punktum, ið tey halda, at kommunan kundi hjálpt ráðnum/næmingunum í skúlanum við. Fundurin var sera jaligur, og mentanarnevndin lovaði at royna at ganga ynskjunum á møti so væl sum gjørligt; tey lovaðu í øllum førum at kanna nøkur ting :-)
Næmingaráðið hevur í ár - sum skrivað omanfyri - havt fleiri fundir. Í ráðnum er eitt umboð fyri hvønn flokk úr 4. til og við 10. flokk. Allir næmingar í skúlanum kunnu koma við uppskotum til ráðið. Eitt av ynskjunum, ið hevur verið viðgjørt, var at fáa bind inn á gentuvesini, so næmingaráðið hevur í samráð við leiðsluna fingið hetta í lag.
Eitt annað av avrikunum hjá sitandi næmingaráði er, at tey hava fingið samtykt viðtøkur fyri næmingaráðið. Viðtøkurnar eru millum annað um, hvat næmingaráðið er, hvat tey kunnu arbeiða við og ikki minst, at okur eina ferð um árið skulu hava ein felags næmingafund fyri 4.-10.fl. í Tvøroyrar skúla. Næmingaráðið hevði fyrsta fundin av hesum slag tann dagin, viðtøkurnar vórðu einmælt samtyktar av øllum teimum møttu næmingunum.
Í gjár fingu næmingarnir eitt diplom sum váttan fyri, at tey hava verið í næmingaráðnum 2022-2023 umframt eina tøkk fyri "stríðið".
Á myndini niðanfyri eru tey, ið vóru við á fundi við mentanarnevndina í gjár: Óðin, Rannvá, Baldrian, Kristian og Nóa (tíverri bar ikki til hjá Niels Juul, Andreu og Elsebeth at koma við).
dec. 2023