Trølladukkuverkstova
Trølladukkuverkstova
Týsdagin í farnu viku luttók 2. flokkur á einari trølladukkuverkstovu hjá Listaleypinum. Korona-farsóttin hevur gjørt, at sera nógv tiltøk eru útsett ella avlýst hetta seinasta árið, og framvegis er trupult at skipa fyri tiltøkum, har undirvísari skal ferðast millum lond, men Greta Clouch og Listaleypurin vildu royna aðrar leiðir, so tiltakið kundi haldast kortini.
Greta Clough er breti, men hon býr í Íslandi, har hon er dukkuleikstjóri og listarligur stjóri á íslendska dukkuleikhúsinum Handbendi Brúðuleikhús. Á hesi verkstovuni hjá Listaleypinum er endamálið, at næmingarnir kunnu sleppa sínum skapanarevnum leysum og gera sær eina trølladukku úr náttúru- og endurnýtslutilfari.
Nakrar dagar undan verkstovuni fekk 2. flokkur ein pakka sendandi úr Íslandi. Í pakkanum var ymiskt endurnýtslutilfar umframt perlur og annað, ið skuldi brúkast at prýða trølladukkur.
Týsmorgun varð avtalan, at okur skuldu hittast á Zoom, Greta úr Íslandi og 2. flokkur og lærarar úr Trongisvági. Hetta riggaði sera væl. Greta greiddi frá, hvat hon vanliga arbeiðir við, og næmingarnir hildu, at tað ljóðaði spennandi, at hon ger dukkur hvønn dag. Greta greiddi eisini frá, hvussu okur nú skuldu arbeiða við at gera dukkurnar. Hetta riggaði væl. Greta spurdi, og næmingarnir svaraðu - og øvugt. Tað var næstan, sum um okur vóru í sama rúmi, øll.

Næmingarnir sluppu sjálvir at avgera, hvussu dukkurnar skuldu síggja út, hóast onkrar meginreglur skuldu fylgjast. Tað var stuttligt at síggja, hvussu hugagóðir næmingarnir vóru, og teir vildu gera tað ”ordiligt”, so okur brúktu væl longri tíð, enn okur høvdu roknað við frammanundan. Tað gjørdi onki, tí so kundu dukkurnar, tá tær vóru málaðar, liggja og torna til fríggjadagin, tá tær vórðu gjørdar lidnar.
Okur halda, at hetta var eitt sera gott tiltak hjá Listaleypinum, og næmingar og lærarar eru væl nøgd.
Her eru fleiri myndir frá verkstovuni; bæði tilgongdini og av lidnu dukkunum: https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=14301

Til heimini
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini
- Talvdagur í Trongisvági