nýggji skúlastjórin í Tvøroyrar skúla
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
tann: 01.10.2019
Tvøroyrar skúli fingið nýggjan skúlastjóra
Jenis av Rana, landsstýrismaður í Uttanríkis- og mentamálum, hevur gjørt av at seta Jón Johannesen í starvið sum skúlastjóra í Tvøroyrar skúla frá 1. oktober 2019 at rokna.
Jón Johannesen er 51 ára gamal og tók læraraprógv í 1998 á Fredriksberg Seminarium við linjugreinunum støddfrøði og ítrótti. Hann hevur starvast sum lærari í Søndervangskolen í Glostrup frá 1998 – 2002, sum lærari í Tvøroyrar skúla 2002 – 2016 og hevur seinastu trý árini verið varaskúlastjóri í Tvøroyrar skúla.
Jón Johannesen hevur m.a. UEFA-A-lisens venjaraútbúgving, har ein partur var leiðsla umframt ymisk skeið innan lærarayrkið.
Uttanríkis- og mentamálaráðið ynskir Jón Johannesen hjartaliga til lukku og blíðan byr í starvinum.
MMR
Til heimini
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini
- Talvdagur í Trongisvági
- Epladagur í 5. flokki
- Leys størv í Tvøroyrar skúla, skúlaárið 2026-27
- Munnligar próvtøkur, summarið 2026
- Skúladagur á Skálafjalli