Hetta hevur verið ein spennandi evnisvika. Okur valdu evnið "Fjølmentan", og hetta í sær sjálvum er spennandi. Okur hava eisini samlað allar flokkar og starvsfólk úti á Tvøroyri, og tað hava okur glett okum til. Tað eydnaðist væl, hóast tað sjálvandi krevur eyka umhugsni frá øllum, tá so nógv eru saman hvønn dag. Okur hava gjørt alt møguligt hesa vikuna og lært eina rúgvu, men avgjørda hæddarpunktið á vikuni var tórskvøldið, tá so mong komu á gátt og vitjaðu okra 24 básar, ið hvør vísti eitt land, ið okra næmingar hava ættarbond til.
Allir básarnir vóru sera ymiskir, og tað var stuttligt at síggja, hvussu ymiskt bólkarnir høvdu arbeitt.
Okur vilja hervið takka øllum tykum, ið vóru so beinasom at koma við onkrum ábiti til básarnar. Okur kundu bjóða okkurt gott úr øllum 24 londunum. Hetta var spennandi og stuttligt. 1.000 takk fyri! Somuleiðis eina hjartans tøkk til øll, ið hjálptu okum á einhvønn hátt; við upplýsingum, ráðum, við at lána okum forvitnisligar lutir og mangt annað, og sjálvandi ein serstøk tøkk til tykum øll, ið komu á vitjan!
Nú er at njóta heystferiuna. Okur síggjast aftur mánamorgun 21. oktober, kl. 08.00.
Evnisvikan varð skotin í gongd við, at ein reyður tráður bant saman allar bólkarnar. Reyði tráðurin var sjálvsagt ímyndin av samanhaldinum og øllum tí, ið bindur okum saman.
Hvønn dag var eisini sangur á skránni. Til evnisvikuna varð ein tekstur yrktur til lagið "Heystið, tað er júst nú komið", sum okur sungu hvønn dag. Ein morgun vóru Tróndur Enni og Jens Knudsen við, og ein morgun var Guðrun Sólja við. Hesar felags sangløturnar vóru sera góðar. Okur eru so heppin, at Tróndur og Jens syngja við mið- og hádeildini til morgunsangir hvørja viku, og Guðrun Sólja er hvønn ónsdag í innskúlingini til sangløtur har.
Bólkarnir, allir 24, høvdu hvør sítt arbeiðsstað, og tað var sera stuttligt at síggja, hvussu nógv ymiskt tey funnu uppá. Okur hava perlað, teknað, seymað, tøvt, málað, formað, klipt, sett upp, lisið, skrivað og mangt annað. Onkuntíð hevur verið rokaligt, men allir brikkarnir fullu á pláss, og putlispælið varð liðugt lagt klokkan 16.00 tórsdagin, tá okur lótu dyrnar upp fyri foreldrum og øðrum áhugaðum, ið vóru vælkomin á vitjan.
Til bar at ganga runt millum allar básarnar, fáa sær vitan um ymisku londini, spyrja, smakka okkurt forvitnisligt og annars tosað saman og hugnað sær.
Á skránni var eisini eitt brot av filipinska dansinum Tinikling, væl framførdur av gentum í bólkinum, ið hevði arbeitt við Filipsoyggjunum hesa vikuna.
Trýst her fyri at síggja myndir frá evnisvikuni! Í myndamappuni eru blandaðar myndir frá verkstøðunum og framsýningini.
dec. 2024