Otto Gram varaskúlastjóri
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
tann: 29.10.2019
Varaskúlastjórin settur
Tvøroyrar skúli fingið nýggjan varaskúlastjóra
Varaskúlastjórin settur
Skúlastjórin hevur sett Otto Gram í starvið sum varaskúlastjóra frá 1.nov.
Otto er 47 ára gamal og tók læraraprógv í 1997 á Århus Dag og Aftenseminarium. Frá 1997-2000 arbeiddi Otto í Kommunu skúlanum í Havn, og síðan 2000 hevur hann verið lærari í Tvøroyrar skúla.
Otto er eitt kent andlit á Tvøroyri og hevur í mong ár verið ein av oddamonnunum innan TB-flogbóltur, har hann m.a. hevur fyriskipað FM-finalurnar hjá yngru deildunum.
Náttúran og umhvørvið liggur langt frammi í huganum hjá Otto, og stóð hann á odda, tá ið tað varð ruddað vesturi í Trongisvágsbotni.
Okur ynskja Otto til lukku og blíðan byr í starvinum.
Til heimini
- Fráboðan um skrubb
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini