19.08.24: The Viking Voyage (4.-10.fl.)
Mánadagin 19. august 2024 fara mið- og hádeildin (4.-10.fl) til eitt sera áhugavert tiltak. SALT er karmur um framløgu um verkætlanina, ið verður nevnd The Viking Voyage - Víkingaferðin. Fyriskipararnir vóna, at verkætlanin verður ein søgulig og vísindalig stórhending.
Manningin á Víkingaferðini telur seks fólk, og leiðin gongur til Noregs. Ein av manningini er Livar Nysted, ið flestu nokk kenna sum royndan havrógvara. Skipari á ferðini er sveisarin Andy Fitze. Ein víkingafornfrøðingur úr USA, Karla Dana, er eisini við.
Sum tað sær út í løtuni, er ætlanin, at Naddoddur við manning leggur frá landi mánadagin!
4.-10. fl. møta klokkan 8, og klokkan 8.30 byrja bussarnir at koyra. Tiltakið endar klokkan 12, og tá endar skúladagurin eisini fyri 4.-10.fl. Bussur koyrir heim eftir tiltakið.
Til heimini
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini
- Talvdagur í Trongisvági
- Epladagur í 5. flokki
- Leys størv í Tvøroyrar skúla, skúlaárið 2026-27
- Munnligar próvtøkur, summarið 2026
- Skúladagur á Skálafjalli
- Skrivligar próvtøkur í 9. og 10. fl. 18.-22. mai 2026
- Frá skúlastýrinum: Foreldrasáttmáli um snildtelefon
- Ávaring/áheitan í samband við smishing-álop
- Skúlastýrið: Felags foreldrafundur ónskvøldið 22. apríl 2026
- Ársins várkapping í hádeild (7.-9.fl.)