SSP Suðuroy skipar í morgin, tórsdagin, fyri einum tiltaki fyri 7. og 8. flokkarnar í oynni.
Tiltakið verður í VB-húsinum/høllini tórsdagin 27/4 kl. 9:00-13:00. Mikkjal Pauli koyrir okra næmingar úr Tvøroyrar skúla kl. uml. 8:15 og heimaftur eftir tiltakið.
Ymiskt er á skránni, t.d. verkstovur við løgregluni, barnaverndini, ungdómshúsunum og skúlunum. Sinnisbati ung vitja eisini, og hava ein fyrilestur fyri næmingunum. SSP bjóðar pitsu og vatn á middegi.