Komandi vikurnar bjóða okur læraralesandi vælkomnum í starvsvenjing
Komandi vikurnar bjóða okur seks læraralesandi vælkomnum í starvsvenjing her hjá okum.
Tað eru fýra lesandi av námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya og tvey, ið lesa til lærara í Aarhus, ið koma í starsvenjing. Tíðarskeið, flokkar og tey lesandi eru:
3. februar - 7. mars 2025: Lilja Schrøter (1. árs-lesandi á Setrinum) kemur í starvsvenjing í føroyskum og støddfrøði í 4. flokki.
27. januar - 28. februar 2025: Jórunn M. Viderø og Gunnvá T. Joensen (2. árs lesandi á Setrinum) koma í starsvenjing í føroyskum í 5. flokki umframt kristni í 5. og 6. flokki.
27. januar - 14. februar 2025: Vagnur Nolsøe (4. árs-lesandi á Setrinum) kemur í starvsvenjing í ítrótti og náttúru og tøkni í 5. og 6. flokki umframt ítrótti í 4. flokki.
27. januar - 14. mars 2025: Frida Brãuner Nygaard og Frida Kramer Søes Dohn, ið lesa til lærara á 2. ári í Aarhus, koma í starvsvenjing í hesum lærugreinum og flokkum: Støddfrøði í 7. flokki, handarbeiðsbreyt í 10. flokki, søgu/samtíð í 8. flokki, ítrótti í 8. og 9. flokki umframt í kost- og rørslubreytini í 8. og 9. flokki.
Vónandi taka øll væl ímóti teimum lesandi; okur gleða okum :-)
Til heimini
- Fráboðan um skrubb
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini