Mánadagin 24. mars vitjar SSP í fleiri flokkum. Talan er um 1. og 2. fl. í Trongisvági umframt 8.-10. fl.
Mánakvøldið er foreldrafundur fyri foreldur í 1. og 2. fl., og týskvøldið er foreldrafundur fyri foreldur í 8.-10. fl. Tað hevur stóran týdning, at so nógvir næmingar, sum gjørligt, eru umboðaðir á fundinum. Minnist til at siga flokslærarunum frá, um tykur kunnu møta ella ikki.