Fyrilestur í Hvalba um ung og hassj ónsdagin 22. november
Fyrilestur í Hvalba um ung og hassj ónsdagin 22. november
tann: 14.11.2023
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Ung og hassj 2023: Ónsdagin 22. november fara okur við hádeildini (7.-10. fl.) til Hvalbiar. Endamálið er ein fyrilestur um ung og hassj, ið verður í Roynhøllini, kl. 12.30. Okur fara úr skúlanum kl. 12.00, og bussur koyrir okum sjálvandi heimaftur eftir tiltakið.
Seinnapartin sama dag, kl. 16.30, verður almennur fyrilestur við sama heiti, har øll eru vælkomin. Fyrilesturin er ókeypis.
Við tiltakinum "Ung og Hassj 2023" vilja fyrireikararnir vísa á, hvussu umráðandi tað er at fyribyrgja, at ung byrja at roykja hassj, og um tey eru byrjað, at tey so leggja av. Eitt av endamálunum er at kunna tey ungu, foreldrini, lærarar og fakfólk annars um fylgjurnar, um tey ungu enda í hassjnýtslu og -misnýtslu. Hetta kann jú ávirka øll viðurskifti í lívinum hjá teimum ungu og teirra avvarðandi.
Fyrilestrarhaldari er danin Christopher Schmitz, ið er kendur sum rithøvundur, undirvísari, fyrilestrarhaldari og viðgeri. Schmitz hevur 20 ára royndir at arbeiða við ungum, ið roykja hassj.
Fyrilestrarnir eru á leið ein tíma hvør og eru snikkaðir til málbólkarnar. Tá sjálvur fyrilesturin er av, er tíð sett av til kjak, og til ber at seta spurningar.