Kunnandi foreldrafundur um heilsu- og trivnaðarkanning í Tvøroyrar skúla
Kunnandi foreldrafundir um heilsu-
og trivnaðarkanning í Tvøroyrar skúla
Týsdagin 10. januar verða kunnandi foreldrafundir í skúlahøllini í Trongisvági.
Umboð fyri allar næmingar eiga at møta.
Kl. 17-18 kunning fyri foreldrum hjá 1.-3 flokki
Kl. 18-19 kunning fyri foreldrum hjá 4.-6. flokki
Kl. 19-20 kunning fyri foreldrum hjá 7.-9. flokk
Í samband við eitt FIT FIRST- rørsluátak í Vágs skúla, skal Tvøroyrar skúli virka sum eftirlitsskúli. Heilsu- og trivnaðarstøðan í báðum skúlunum verður kannað áðrenn átakið og aftur 10 vikur seinni til tess at vita, hvørja ávirkan FIT FIRST hevur á heilsustøðuna og trivnaðin.
FIT FIRST er eitt granskingargrundað rørsluátak við venjingum, sum eru tillagaðar rørsluløtum í skúlahøpi. Tað eru granskarar frá Syddansk Universitet, ið hava ment átakið saman við Danska Ítróttasambandinum og serfrøðingum frá 20 ymiskum ítróttum í Danmark. Rørsluløturnar eru skipaðar sum stuttlig, mennandi og rørslukveikjandi spøl, ið loyva øllum næmingum at luttaka og vera saman.
Til heimini
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini
- Talvdagur í Trongisvági