At fýra arbeiðarafeløg eru farin í verkfall, fer eisini at merkjast her hjá okum. Tvøroyrar kommuna hevur lýst avleiðingarnar á dagstovna- og forskúlaøkinum, nú reingerðarfólkini hava lagt arbeiðið.
Um verkfallið heldur á, lata Gluggin og frítíðarskúlin aftur frá og við týsdegnum 21. mai 2024. Sí heimasíðuna og facebook-síðuna hjá Tvøroyrar kommunu fyri nærri kunning.