Ferðsluviðurskiftini við Trongisvágs skúla
Heimasíðan hjá Tvøroyrar kommunu skrivar:
Kunning um ferðsluviðurskiftini við skúlan í Trongisvági
Seinastu vikuna hevur tekniska deild gjørt royndir við at skipa og betra um ferðsluviðurskiftini við skúlan í Trongisvági.
Starvsfólk hjá kommununi hava saman við vaktarfólki frá VAKA vegleitt og stýrt ferðsluni í royndartíðini. Hetta hevur givið teknisku deild góða vitan um, hvussu økið kann dagførast, og hvussu ferðslan kann skipast enn betri.
Eftirmetingarfundur hevur síðani verið í ferðslunevndini, har afturmeldingar og viðmerkingar frá skúlastýri og skúlaleiðslum eru viðgjørdar, saman við eygleiðingum frá royndartíðini.
Samanumtikið er niðurstøðan tann, at kommunan heldur áfram við núverandi ætlan, sum verður víðkað í stigum. Millum annað verður økið betri uppmerkt, og ferðsluskelti uppsett. Eisini er ætlanin at seta fleiri LED-ljóssteyrar á parkeringsøkið, eins og umhugsað verður at skipa økið við innkoyring og útkoyring á hvør sínum staði. -Meira kunning um hetta seinni, og so hvørt sum økið verður dagført-
Sum sæst á myndini, ið er viðløgd greinini, eru tvey økir -merkt við gulum strípum- sum eru til av- og áskipan, har bilførarar kunna steðga í mesta lagið 5 minuttir í senn. Her kunnu foreldur steðga bilinum í styttri tíðarskeið, ímeðan børnini verða sett av ella avheintaði. Haðani kunnu børn ferðast trygt beinleiðis úr bilinum og inn á gongubreytina sunnan fyri skúlan, ella gjøgnum geilina, ið er vard av betongklossum vestanfyri parkeringsøkið.
Myndin niðanfyri vísur hvussu økið er skipað í løtuni. 
Til heimini
- Fráboðan um skrubb
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini