Lýsing eftir lærarum til komandi skúlaár
Hesi lærarastørv verða lýst leys at seta frá 1. august 2024
· 4-5 tíðaravmarkað lærarastørv vegna lækkað tímatal, avlopstímar og serligan tørv.
Um skúlan:
Í Tvøroyrar skúla ganga skúlaárið 2024/25 umleið 245 næmingar í forskúla - 10.flokki. Í skúlanum arbeiða 40-45 starvsfólk. Lærarar, námsfrøðingar, hjálparfólk, skrivari, reingerðarfólk og húsavørðar.
Tvøroyrar skúli er skipaður sum ein skúli við einari deild í Trongisvági, har innskúlingin (forskúli - 3. flokkur) húsast, og mið- og hádeild á deildini í Tvøroyrar skúla. Vit hava, í samstarvi við býráðið og skúlastýrið, gjørt munandi ábøtur og dagføringar á skúlan, og tað arbeiðið heldur fram, inntil skúlin lýkur øll krøv til nútímans undirvísing.
Søkt verður eftir lærarum, sum:
- undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans.
- duga at samstarva og eru fyrikomandi
- leggja dent á nærlagni, stundvísi, fakliga og námsfrøðiliga menning
- eru fús/ir at taka á seg allar tær fjølbroyttu og fjøltáttaðu uppgávurnar, sum eru í skúlanum
Førleikakrøv
Læraraútbugving. Tó kunnu umsøkjarar, sum fáa prógv í summar, søkja á jøvnum føti við tey, sum longu hava lokið prógv.
Vit sóknast eftir lærarum, ið kunnu undirvísa í grunddeild, miðdeild og hádeild. Serliga í lærugreinunum støddfrøði, alis-/evnafrøði, ítrótti, náttúru og tøkni,
Vit sóknast eftir lærarum og námsfrøðingum, ið verða partar av sjálvstýrandi toyminum í sertilboðnum. Í sertilboðnum í Tvøroyrar skúla verða 15 næmingar í 1. – 9. flokki. Í sertilboðnum verður arbeitt út frá einstaklingalæruætlanum, har hvør skúladagur er skipaður við atliti til menningina hjá einstaka næminginum.
Lønar- og setanartreytir - lærarastørv
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tey, sum sett verða, eru tænastumannasett frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Umsóknir við prógvi og CV skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi týsdagin 18.juni 2024 kl. 12.00.
Umsóknir sendast til:
Tvøroyrar skúli
Kirkjubrekkan 3
FO - 800 Tvøroyri
ella á teldupost: tvo@skulin.fo
Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til
Jón Johannesen, skúlastjóri á tlf. 222320; teldupostur jon.johannesen@skulin.fo
Til heimini
- Innskúlingin: Sjóneykan á lesing og lesigleði
- Innskúlingin ikki í skúla týs- og tórsdag vegna val
- Okur lesa
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri
- Lesiátak í mið- og hádeildini 2.-27. mars 2026
- GG! Fundurin er ÚTSETTUR! Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi ónskvøldið 4. mars 2026
- Suðuroyartunnilin fyllir nógv
- Føstulávintsmánadagur í mið- og hádeild
- Ungdómstingið 2026: Suðuroyartunnil og bíligari menstruatiónsvørur
- FIT FIRST FOR ALL - framløga við Helga Winther Olsen 4. februar kl. 17.00
- Næmingarnir frí mánadagin 2. februar 2026
- Innskriving í Gluggan, skúlaárið 2026-2027