Nærvera og gaman - ársins jólaevnisvika í mið- og hádeild er liðug
Ársins jólaevnisvika í mið- og hádeildini er av, og tá byrjar jólaferian av álvara at nærkast.
Okur hava havt fýra dagar við nærveru og gamni, evning og ikki minst spennandi framhaldssøgu, ið okra egni rithøvundur, Danjal, hevur skrivað til okum.
Fýra verkstovur hava verið handalig, og fýra hava lagt dent á ymisk spøl.
Spæliverkstøðini hava í stóran mun verið við støði í spølunum, okur fingu frá Betri herfyri í samband við, at Samtakið skipaði fyri nærverudøgum. Scrabble, Partners, Ludo, kortspøl og so víðari. Okur hava eisini spælt føroyska Hint, ið - eitt sindur tillagað - riggaði sera væl.
Handaligu verkstovurnar hava lagt dent á at gera eina gávu, ið saman við jólakortunum, næmingarnir í innskúlingini hava teknað, verða borin út til øll tey, ið eru 80 ár og eldri her í kommununi. Harumframt hava okur eisini gjørt jólapynt til skúlan og sjálvandi eisini til næmingarnar at fáa heimvið.









Til heimini
- Nærvera og gaman - ársins jólaevnisvika í mið- og hádeild er liðug
- Okur koma at heilsa upp á tykum, ið eru 80+, í morgin, týsdagin
- Skráin komandi dagarnar í Tvøroyrar skúla
- Jólaevnisvikan (mið- og hádeild)
- Barnalógin í eygsjón
- Betri vinir - Foreldrafundur var í innskúlingini 30. oktober
- Evnisdagar - Saman um krabbamein
- Tryggari internetdagur 2026 - okur eru við á netinum
- Næmingaráðsfundur í mið- og hádeild fríggjadagin
- Rudda út? Okur taka gleðiliga ímóti lutum til loppumarknað
- Ársins rennidagur ónsdag, 24. sept.
- Næmingaráðsfundur verður mánadagin15. september
- Góð felags lesiløta
- Kunning: Heilsufrøðingurin er byrjaður
- Góða námsferð, 9. flokkur :-)