11. mars 2025 var aftur túrur á skránni hjá Glugganum. Tann dagin var túrurin at vitja sjóverjuskipið Brimil, har pápi Hallu arbeiðir.
Vit fingu rundvísing, øll sluppu at floyta eina ferð í part, kanska onkur av tykkum hoyrdi Brimil floyta 14 ferðir tann dagin? Men báði skiparin og Marner vóru so fittir og blíðir við okkum og dugdu so væl við Gluggabørnunum.