Herfyri hevur Gluggin vitjað javnaldrar báði í Hvalba og í Vági:
Vit hava vitjað skúlabólkin í Hvalba. Har fingu vit nýbakað fransbreyð og heitt kaka. Síðan gjørdu vit ein bana í hellinum og spældu "reyt, gult, grønt, stopp". Ein góður dagur.
Í Vági gloymdu vit heilt at taka myndir, tá vit vitjaðu okkara javnaldrar í Sóljuni. Tey halda til í skúlanum. Aftaná fóru vit at heilsa upp á mammu Idu, sum er lærari í skúlanum í Vági. Har vóru vit so heppin, at vit sluppu at gera brosjur við okkara mynd á í Fablab. Síðan fingu vit okkurt gott til góman.