Referat frá felags foreldrafundinum, sum var hin 5. september
Referat frá felags foreldrafundinum, sum var hin 5. september
tann: 18.09.2024
Lagt út hevur: Juanita Schrøter Holm
Vit fingu kunning um Fit First frá Báru Berghamar Danielsen.
Síðan fortadu Karin og Juanita um gerandisdagin í Glugganum og tær vístu foreldrunum tilfarið, sum børnini brúktu í Glugganum.
Foreldrini gjørdu eina munnliga avtalu sína millum, at børn teirra, sum ganga í hesum flokkinum, ikki skulu fáa eina snildfon áðrenn enn tey eru 14 ár. So sleppa tey longu nú undan bólkatrýstinum. Og øll gransking vísur á at sosialir miðlar, ikki eru egnaðir til børn undir 14 ár.
Vit kunnaðu um at rennidagurin bleiv 6. september og at vit fóru at vitja í kolanámið í Hvalba næsta mánadag.
Og Gluggin hevur nú eisini fingið nýtt foreldraráð, tað eru mammurnar Sólvá (mamma Marcus) og Irena (mamma Idu)