10. ÁRIÐ ER SKOTIÐ Í GONGD
10. ÁRIÐ ER SKOTIÐ Í GONGD
Nógvir eru valmøguleikarnir, tú hevur at taka støðu til, tá tú ert liðug/ur við 9. flokk. Tá er - sum kunnugt - ikki longur kravt av tær, at tú skalt taka ímóti undirvísing, og tú mást nú gera av, hvat komandi tíðin skal brúkast til. Summi velja at arbeiða, summi at fara á Eftirskúla, onnur á háskúla, summi fara beinleiðis á miðnámsskúla, og onnur velja okkurt heilt annað. Nøkur velja eisini at fara í 10. flokk, ið - hóast tað er í einum fólkaskúla - er eitt øðrvísi ár enn tey 9 undanfarnu.
Fyrsti skúladagur í 10. flokki var eisini ónsdagin 18. august 2021. Tá var mest kunning á skránni. Saman við Vágs skúla og Føroya Eftirskúla hava okur í gjár og í dag skipað fyri øðrvísi skúladøgum. Í gjár, tórsdagin, møttu øll við Stórá í Trongisvági, har okur spældu nøkur navna- og onnur spøl, áðrenn farið varð í plantaguna at grilla pylsur og breyð. Eisini var tíð til eitt krógva og blunda í plantaguni, men summir næmingar høvdu funnið sær so góð goymistøð, at lærararnir, ið skuldu leita, máttu geva upp, áðrenn spælið var liðugt. Veðrið spældi eisini við, og dagurin eydnaðist sera væl.
Í dag hava okur so øll verið í Vági. Marghøllin var karmur um bóltspøl, og áðrenn okur fóru heim, fingu okur okkurt gott til góman. Eisini dagurin í dag eydnaðist væl, og nú eru okur øll klár at byrja vanliga gerandisskúladagin aftur mánamorgun!
Okur hava undanfarin ár samstarvað við Vágs skúla um undirvísingarbreytir, ið næmingarnir kunnu velja í 10. flokki, og í fjør kom Føroya Eftirskúli eisini upp í samstarvið, so næmingarnir í 10. flokkunum í Vági og á Tvøroyri umframt næmingarnir á Eftirskúlanum hava fleiri breytir at velja ímillum. Føroya Eftirskúli hevur harumframt nakrar lærugreinar saman við næmingunum í 10. flokki í Tvøroyrar skúla.
Til heimini
- Valfepur í Trongisvági
- Innskúlingin: Sjóneykan á lesing og lesigleði
- Innskúlingin ikki í skúla týs- og tórsdag vegna val
- Okur lesa
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri
- Lesiátak í mið- og hádeildini 2.-27. mars 2026
- GG! Fundurin er ÚTSETTUR! Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi ónskvøldið 4. mars 2026
- Suðuroyartunnilin fyllir nógv
- Føstulávintsmánadagur í mið- og hádeild
- Ungdómstingið 2026: Suðuroyartunnil og bíligari menstruatiónsvørur
- FIT FIRST FOR ALL - framløga við Helga Winther Olsen 4. februar kl. 17.00
- Næmingarnir frí mánadagin 2. februar 2026