”Kunnu okur sleppa námsferð?”
Eitt tað fyrsta, okur í 10. flokki spurdu um, tá hetta skúlaárið byrjaði, var, um okur kundu sleppa at ferðast. Ta tíðina hevði korona framvegis fastatøkur á okum, so tað var trupult at fáa nakað ítøkiligt at vita frá Anniku, ið ikki ordiliga vildi lova nakað, men okur avgjørdu skjótt, at hetta var nakað, okur vildu arbeiða fram ímóti – og ikki minst droyma um :-)
Fløskur vórðu samlaðar, og okur fingu loyvi at lata upp eina café av og á í skúlanum, har okur hava selt toast, sunkist, frukt, smoothies og annað.
Skeltið, sum okur hava gjørt til "Okra Café".
Halloween setti eisini sín dám á "Okra Café" :-)
Um jóltíðir skipaðu okur fyri jólasølu í einum av fínu sølubásunum, ið kommunan læt okum lána, og stutt eftir seldu okur lutaseðlar í ringastu koronatíð nakað eftir jólaferiuna. Nú høvdu okur pengar fyri ferðaseðlarnar til Edinburgh, so nú tordu okur at trúgva upp á tað.
Okur skipaðu fyri einum bingo og einum køkutombola afturat, og so høvdu okur eisini nokk til uppihald og útferðir. Nú kundi ikki bíleggjast ov skjótt – og okur fóru av álvara at gleða okum :-)
Tórsmorgun 21. apríl 2022 byrjaði ferðin. Dagurin byrjaði sera tíðliga, tí Smyril loysti longu klokkan seks av Krambatanga. Onkur var farin norð kvøldið fyri, so tey sluppu at sova eina løtu longri. Á flogvøllinum hittust okur øll – sera spent.
Komin til Edinburgh, varð farið beint á hotellið við viðførinum. Kuffertini vigaðu ikki tað stóra á ferðini til Edinburgh, men okur – kanska serliga genturnar – høvdu tikið hálvtóm kuffert við okum við vón um, at tey vóru full á heimferðini.
Okur búðu á Leonardo Royal Hotel í Haymarket, og longu á leið ein tíma eftir, at okur vóru komin fram, vóru okur á Prince’s Street, kendu innkeypsgøtuni í Edinburgh. Handlar sum Primark, H&M, Urban Outfitters og líknandi fingu vitjan av glaðum, spentum tannáringum úr Suðuroynni, og meginparturin av hesum fyrsta degnum var ”sightseeing” í Prince’s Street á skránni :-)
Fríggjamorgun fóru okur við eyðkendu sightseeing-bussunum, sonevndu ”Hop on – Hop off-bussunum”, ið koyra fram við kendum støðum í Edinburgh. Sólin snýtti okum kanska eitt sindur, tí hóast hon skein oman og niðan, var tað heldur kalt á ovastu – takleysu – hæddini í bussinum.
Okur fóru av nær Royal Mile og gingu niðan til Edinburgh Castle. Seinni um dagin høvdu okur eina avtalu við ein ferðaleiðara, ið kom ein túr við okum í gamla býarpartinum, meðan hann greiddi frá søgum um tortur og annað ræðuligt, ið er hent í gamla býnum. Túrurin endaði í kirkjugarðinum, ið sigst vera tað staðið, har tað spøkir allarmest (sum skal eitast at vera sera illa).
Hendan dagin hevði Súsanna eisini føðingardag, so sjálvandi var føðingardagssangur, flagg og ballón eisini á skránni hendan dagin :-)
Leygarmorgun gekk leiðin til Camera Obscura, ið var sera forvitnisligt og áhugavert. Stuttlig spegl, løgnir lutir, optiskar illusiónir, myndir, ið broyttust, alt eftir hvussu tú hugdi at teimum, hitasensorar, skuggamyndir, spegilsvilliniborg og ein serstøk brúgv, ið fekk teg at halda, at hon flutti seg…
Á ovastu hædd var – umframt ómetaliga vakra útsýnið – sjálvt camera obscura, ið er eitt optiskt tól, ið er eitt av undangongutólunum til myndatólið. Herfrá sóu okur slotsgarðin og øll ferðafólkini, ið gingu aftur og fram og útsýnið yvir Edinburgh. Hetta var ein ótrúliga stuttlig løta – avgjørt eina vitjan vert, um tú vitjar í Edinburgh; kanska serliga við – størri – børnum.
Á heimvegnum keyptu okur mat at hava við okum í Prince’s Street’s Garden. Veðrið var einastandandi gott, og okur sólaðu okum góða løtu.
Um kvøldið vóru nøkur okra so djørv at royna Haggis Bon Bons. Tað smakkaði merkiliga væl :-)
Sunnudagurin byrjaði í St. James’ Quarter, nýggju keypsmiðstøðini. Tey, ið høvdu pláss eftir í kuffertunum, fingu fylt tey hesa løtuna (og summi, sum ikki høvdu pláss eftir, fingu lánt pláss í kuffertinum hjá onkrum øðrum) :-)
Seinni hendan dagin fóru okur eina forvitnisliga ferð við ferðaleiðara í undirgrundina, har okur aftur hoyrdu søgur um ræðuligar hendingar, ið eru farnar fram har á staðnum í farnum tíðum.
Á heimvegnum fóru nøkur okra ein Potter-túr. Okur vitjaðu eina av kaffistovunum, har J.K. Rowling skrivaði Harry Potter, og sóu eina aðra, ið tíverri brendi fyri einum ári síðan.
At enda fóru okur í kirkjugarðin, har okur sóu fleiri gravsteinar, ið hava givið íblástur til kendu persónarnar í Potter-universinum.
Mánadag var ikki tíð til so nógv, men "tíbetur" hevði Atlantic útsett fráferðina úr Edinburgh, so okur fingu kroyst eitt upplivilsi afturat inn í okra -alt ov stuttu- námsferð: Edinburgh Fountain Park!
Okur, næmingar, skuldu sjálvi finna útav, hvat og nær okur skuldu eta. Tað var avgjørt ein avbjóðing, tí tað vóru ofta 12 ymiskar meiningar, ið skuldu sameinast, men tað eydnaðist – okur fingu at eta hvønn dag :-)
Gomlu reyðu telefonboksirnar, vøkru trøini við serliga hvítum og ljósareyðu blómunum, sjáldsomu bygningarnir, floksfelagar, látur, shopping, gott veður, handlar, ting og støð, ið okur mest kenna úr filmsheiminum og sosialum miðlum, sjarmerandi dreingir á túrunum, vakrar gentur í Prince’s Street’s Garden… okur hava havt eina ordiliga góða ferð í Edinburgh, og okur eru sera takksom, at okur sluppu avstað :-)
Umframt okra nærmastu, ið hava verið sera røsk at stuðla okum, vilja okur eisini takka fyri allan stuðul, okur hava fingið í samband við ferðina:
Keypssamtøkuni í Trongisvági, Føroya Bjór, Balslev, Salong Joan, PavlaPhoto, Jógvan Weihe, Reinfann, JSS, Bærendsen Teknik, ESLA, Bakaríið hjá Hans Olaf, Summarfestivalurin, Christian og AnneMia, Marianna og Bergur, Hotel Hilton, Hotel Brandan/Hafnia, Hotel Føroyar, Navia, EFFO, Verkstaðið hjá Eyðun, AíS, Richard B. Thomsen, MTV, Glasstovan, Suðuroyar Apotek, M.Mikkjalsdóttir, Torgið, Kemilux, Pizzaria, Fríðagil, Tóbúðin, D.J. Enni, Arctic Viking, Tangabúðin, Biltek, Tangavirkið, Hjá Angelie, Café Mormor, Salong Aida, Delta, Eldborg, Maria Poulsen, Gómagott, Fótarøkt við Miu, Sport 24, Landshandilin, Kirvi og Tvøroyrar Klubba.
Somuleiðis ein tøkk til øll tykum, ið hava roynt eydnuna og keypt lutaseðlar ella komu á bingo, tykum, ið hava keypt frá okum báði í jólabásinum og í OkraCafé í skúlanum. Sjálvandi eisini ein tøkk til Tvøroyrar skúla fyri vælvild og viljan til at ”lata caféina upp” í skúlanum
jan. 2025