03.may 2022
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
4. flokkur hevur í dag havt vitjan úr Listaleypinum. Gestirnir í dag vóru fýra dansarar, ið framførdu ein dans í á leið trý korter. Dansurin var fjølbroyttur, og bæði stílur og rútma broyttust í heilum.
Tá dansiframførslan var av, fingu næmingar og lærarar høvi at spyrja dansararnar ymiskt. Áðrenn framførsluna høvdu tey presenterað seg og sagt, at tey vóru úr Australia, Frankaríki (París), Svøríki (Gottlandi) og Spania (Mallorca). Næmingarnir vildu gjarna vita meira um, hvaðani dansararnir vóru, og um tey arbeiddu sum dansarar burturav. Tað gera tey, og dansurin gevur teimum møguleika at ferðast runt til ymisk støð og lond at framføra, og tey søgdu seg vera sera fegin um møguleikan at vitja í Føroyum.
Eisini vildu dansibólkurin vita, um næmingarnir høvdu fingið nakað burturúr. Tað høvdu tey, og teimum dámdu væl. Tey, ið høvdu hug, sluppu eisini at læra onkur av dansirørslunum, áðrenn flokkurin aftur fór at hugsavna seg um verkætlanina, ið annars er á skránni í 4. flokki hesa vikuna.
Okur takka dansibólkinum og Listaleypinum fyri vitjanina :-)
Listaleypurin skrivar á síni heimasíðu um dansiframførsluna:
Nakrar myndir frá sýningini: https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=15194
apr. 2024