Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
tann: 30.10.2024
2.b vitjar Hamragarð
Í morgun vitjaðu næmingarnir í 2. b á Hamragarði, har mamma Helga, Senita, arbeiðir. Tað passaði so væl, at ónsmorgnar er stólafimleikur á skránni, og sjálvandi sluppu børnini at luttaka saman við búfólkunum. Hetta dámdu teimum øllum væl; kanska serliga, tá ballónirnar komu við í spælið. At enda hesa morgunløtuna sungu næmingarnir svenska sangin "Vem kann segla" á fýra ymiskum tungumálum.
Dagurin endaði við rundvísing á Hamragarði, har tað serliga var spennandi at sleppa at síggja ymisk rúm og útgerð. Sum tøkk fyri vitjanina fingu næmingarnir sunkist og okkurt søtt.
Hetta skúlaárið er ætlanin hjá 2.b at vitja nøkur av arbeiðsplássunum, har foreldur at næmingum í flokkinum arbeiða.
Til heimini
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini