Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
tann: 01.03.2023
4. flokkur ger sólur í skúlagarðinum
Endiliga ein góður sólskinsdagur, og fleiri hava verið úti í garðinum í dag í álvara og gamni.
4. flokkur hevur í náttúru og tøkni saman við Elini verið úti og lært um og ikki minst roynt at gjørt sítt egna sólur.
Fyrst fingu tey eina góða frásøgn, og so fóru tey í gongd við at royna at gera eitt sólur.
Tá sólin flytur seg gjøgnum dagin, flyta skuggar seg eisini samsvarandi. Við einum sóluri kanst tú brúka skuggar at finna útav, hvat klokkan er.
Næmingunum dámar væl at sleppa út at njóta góðveðrið, tá tað ber til, og ongantíð betur, um hetta kann sameinast við undirvísingina.



Til heimini
- Fráboðan um skrubb
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini