Ein lívlig verkstova, har børnini læra at spæla sambaslagverk. Samba er eitt av orkuríkastu tónleikasløgunum, sum er, og at spæla samba saman er ein frálíkur máti at menna samanhald. Trummur og slagverk hava í øldir verði nýtt til at kveikja og geva íblástur. Tað er stuttligt, einfalt og vekir sansirnar. Eru tit til reiðar at larma?!"
4. flokkur vitjar høvuðsstaðin í dag :-)
Skúladagurin hjá 4. flokki byrjaði tíðliga í morgun, tí longu klokkan seks loysti Smyril av Krambatanga, og longu eini 10 minuttir eftir var fyrsti tími byrjaður. Lesing var á skránni, og í 20 minuttir sótu næmingarnir og hugsavnaðu seg um lesingina. Í hesum døgum luttekur 4. flokkur á einum lesiskeiði, har tey øll lesa 40 minuttir hvønn skúladag.


Tá tey vóru komin til Havnar, fóru tey við bussi niðan á skúlan á Fløtum, har tey vitjaðu ein av teirra 4. flokkum. Ein av næmingunum í 4.a í skúlanum á Fløtum, Nóa, hevur í nakrar vikur gingið í okra 4. flokki, og nú hann er farin norður aftur, vildu okra næmingar gjarna vitja hann. Næmingarnir høvdu gjørt eina framløgu um Tvøroyrar skúla, og aftaná spæl, hugna og morgunsang, vóru flestu næmingar í báðum flokkum samdir um, at tað ikki má ganga ov long tíð, til 4.a í skúlanum á Fløtum kemur til Tvøroyrar á vitjan :-)

Aftaná vitjanina á skúlanum á Fløtum, varð gingið niðan í Norðurlandahúsið, har Sambarútmur vóru á skránni. Á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum stendur m.a.:


Tá matpakkin var etin, varð farið til gongu oman aftur í býin. Gingið varð ígjøgnum plantasjuna, oman á trappuna í Vágsbotni, út á Reyn og oman til Smyril.


Um ein knappan hálvan tíma leggur Smyril at á Krambatanga, og ein góður túrur er komin at enda. Sum skrivað í áðni, lesa allir næmingarnir í 4. flokki 40 minuttir hvønn skúladag, nú teir eru í gongd við eitt lesiskeið. Í 20 minuttir hava tey nú aftur sitið ella ligið og lisið, so dagsins lesing er avgreidd :-)
Til heimini
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini
- Talvdagur í Trongisvági
- Epladagur í 5. flokki
- Leys størv í Tvøroyrar skúla, skúlaárið 2026-27
- Munnligar próvtøkur, summarið 2026
- Skúladagur á Skálafjalli
- Skrivligar próvtøkur í 9. og 10. fl. 18.-22. mai 2026
- Frá skúlastýrinum: Foreldrasáttmáli um snildtelefon
- Ávaring/áheitan í samband við smishing-álop
- Skúlastýrið: Felags foreldrafundur ónskvøldið 22. apríl 2026
- Ársins várkapping í hádeild (7.-9.fl.)