Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
tann: 18.10.2023
4.fl: Vitjan í fjósinum í Ørðavík
Viðhvørt er gott at sleppa út úr vanligu skúlastovuni, og tað hendir meir enn so, at flokkarnir fara ymiskar túrar. Í dag var tað 4. flokkur, ið slapp ein busstúr til Ørðavíkar.
Bussurin steðgaði uttan fyri fjósið, har Vónbjartur kom og greiddi frá og vísti næmingunum øll neytini og stóra tarvin. Næmingarnir sluppu eisini at hyggja seg um sjálvi og kela neytunum. Tey flestu tordu, hóast tað eisini vóru nøkur, ið vóru heldur varin.






Aftaná eina góða løtu í Ørðavík koyrdi bussurin flokkin aftur í skúlan. Ein frálíkur túrur; og takk fyri gestablídni og góða frágreiðing. Við á túrinum var flokslærarin, Steingrím, umframt Markus úr 9. flokki, ið er í starvsvenjing í Tvøroyrar skúla í tvær vikur. Markus hevur eisini tikið myndirnar.
Til heimini
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini