Tórsdagin 20. mars kom endiliga stóri dagurin, ið 5. og 6. fl. hava bíðað eftir við spenningi. Hendan dagin fóru tey øll, næmingar og flokslærarar, til Havnar at vitja Reyða Kross. Við sær høvdu tey ein kekk áljóðandi krónur 23.758,50.
Peningin hava tey sjálva samlað. Í september var eitt stórt og forvitnisligt tiltak í fimleikahøllini. Har var stórur loppumarknaður við alskins leikum, klæðum, køkslutum, arbeiðsamboðum og øllum møguligum øðrum. Harumframt seldu tey eisini ymiskt, tey sjálvi høvdu tilevnað.
Áðrenn tiltakið høvdu flokkarnir havt vitjan av umboði fyri Reyða Kross, ið greiddi frá arbeiðnum hjá felagsskapinum. Flokkarnir høvdu avgjørt, at peningurin í samstarvi við Reyða Kross skuldi fara til eina verkætlan, ið hjálpir og stuðlar fátækum børnum í afrikanska landinum Malawi.
Tórsdagurin byrjaði tíðliga, tí longu klokkan seks fór Smyril av Krambatanga. Veðrið var av tí allarbesta, so gongutúrurin út í Stiðjagøtu, har Reyði Krossur heldur til, var góður og frískligur.
Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi, tók ímóti og takkaði fyri stórfingnu gávuna. Hann greiddi frá sjálvbodnum arbeiði og tók aftur samanum arbeiðið hjá Reyða Krossi. Næmingarnir lurtaðu eftir áhugaverdu frágreiðingini og fingu góðgæti og sunkist sum tøkk.
Næmingar og lærarar vóru øll samd um, at hetta var sera gott og læruríkt. Gevaragleðin er góð!
Flokslærarar í 5. og 6. fl. eru ávikavist Steingrím og Elin.