4. - 11. mai var 8. flokkur saman við flokslærarunum á seturskúla í Spania. Til eina av morgunløtunum í farnu viku greiddu næmingarnir frá túrinum, og okur kundu øll droyma okum suður undir sólina eina løtu. Næmingarnir fáa sjálvir orðið:
Okur ætla at siga tykum frá okra fantastiska seturskúla í Spania í síðstu viku.
Okur fóru norður ónskvøld, tí okur skuldu flúgva so tíðliga tórsmorgun - svóvu á Brandan.
Tórsmorgun vaknaðu okur kl. 4, tí bussurin kom eftir okum kl. 5.30.
Flogtúrurin tók gott 4 tímar, og so koyrdu okur í bussi til Albir í umleið 45 min.
6 føroyskir flokkar frá ymiskum skúlum vóru har.
Komin til Albir Garden Resort fóru tey flestu at svimja. Annars slappaðu okur mest av hendan dagin.
Annan dagin var teambuilding á skránni. Har høvdu tey skipað fyri ymiskum aktivitetum á einum fótbóltsvølli, sum lá beint við hotellið. Tað var ordiliga stuttligt. Annars var bara svimjing og hugni fyri rest. Um kvøldið fóru tey flestu ein góðan gongutúr.
Okur lærdu eisini at dansa jerusalema og salsa tann dagin.
3. dagurin var frídagur hjá okum. Tá fóru okur ein gongutúr á strondina. Har var sera flott og heitt. Á vegnum heim shoppaðu nøkur, meðan onnur fóru heim at svimja.
4. dagin fóru okur til riverrafting. Tað var alvorliga stuttligt.
Okur fóru í tríggir bátar. Hvør bátur hevði sín egna kaptain. Teir bestemmaðu, og tá okur komu til nakrar ”savezones” var ”bardagi” í ánni. Ein pausa var eisini, har okur fingu sandwich og sodavatn, áðrenn okur fóru víðari. Riverrafting var ordiliga stuttligt at royna.
5. dagin fóru okur til fjallabygdina Guadalest. Har vitjaðu okur eitt tortur-museum. Tað var sera áhugavert, men samstundis var tað nokk so óhugnaligt. Útsýnið frá ovasta staðnum í bygdini var sera flott.
Aftaná fóru okur at svimja í fossinum, Fuentes del Algar. Tað var sera stuttligt.
Símun fylti 15 ár henda dagin, so okur gjørdu eitt siiiiindur meira burturúr, tá okur fóru at eta. Borðið var pyntað, og okur fingu Beinir (sum var SERA væl umtóktur av øllum) at koma at syngja føðingardagssang fyri Símun.
Sætta dagin fóru okur til Valencia. Har vitjaðu okur kadedralin í Valencia. Nógv flott og áhugavert var at síggja - millum annað sóu okur kalikin, sum Jesus drakk av til heilagu máltíðina.
Eisini vitjaðu okur ein ótrúliga stóran matmarknað. Okur halda, at hann var líka stórur sum Hovedbanagarðurin í Keypmannahavn.
Okur sóu eisini smalasta húsið í Evropa, sum er 1 metur og 7 cm. Ein familja við 6 fólkum hevur búð í hesum húsinum.
Eisini fóru okur á eitt øðrvísi listasavn. Vanliga skal man ikki nerta við tingini á einum listasavni, men har, sum okur vóru, skuldu okur royna tey ymisku tingini, sum vóru víst fram. Har lærdu okur ymiskt um kroppin, bakteriur og onnur ting. Áhugavert.
Til seinast fóru okur yvir á Ocean Grafic, har okur millum annað gingu undir hávum og vóru til delfinshow.
Sjeynda dagin høvdu okur aftur frí, og nøkur fóru shopamokk :-)
Um kvøldið var galladøgurði fyri føroysku flokkunum, har øll vóru fínari enn vanligt. Matarhølið varð pyntað, og undirhald var á skránni.
Aftaná døgurðan var konsert uttanfyri, har ein minni kendur bólkur spældi fínan tónleik, og at enda hevði Beinir konsert, sum var soooo góð :-)
Hvørt kvøld var undirhald bæði innandura og uttandura. Tað eina kvøldið áttu flokkarnir senuna, har flokkarnar skuldu framføra við lipsync, dansa limbo, fólkadans og annað.
Annars vóru konsertir, gandakallar, sangur, Just dance og karaoke hvørt kvøld innandura. Onkur av okum var so djarvur at stilla seg upp og syngja karaoke einsamallur. Tað var MEGA festligt :-)
Túrurin heim var eisini festligur. Sangur allan vegin :-) Alt í alt var túrurin AMAZING - eisini hóast okur høvdu vitjan av einum kakkulakki, tá blivu øll púra svøk, og trý av okum vóru sjúk á túrinum :-)
jun. 2023