Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
tann: 21.09.2022
8. flokkur hevur vitjað Víkarbyrgi í dag
Í dag hevur 8. flokkur vitjað í Víkarbyrgi, og hóast veðrið ikki var av tí allarbesta, var túrurin góður og væleydnaður.
Bussur koyrdi flokkin og lærararnar suður, men síðsta strekkið varð tikið til gongu.
Høvuðsendamálið við túrinum var at fáa ein góðan og hugnaligan dag saman, og tað eydnaðist væl. Hugni, prát, spøl, borðspøl, postarenning og matur. Sjálvandi varð søgnin um Sneppuna í Hamrabyrgi eisini á skránni.
Bæði næmingar og lærarar lata væl at og eru sera glað fyri túrin :-)









Poul og Anna vóru við 8. flokki í Víkarbyrgi.
Til heimini
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini