8. flokkur vitjaði Ráðið fyri Ferðslutrygd
Í morgun var 8. flokkur tíðliga á fótum, tí leiðin gekk við Smyrli til Havnar at vitja Ráðið fyri Ferðslutrygd.
Á skránni vóru innsløg og fyrilestrar frá koyrilærara, løgregluni og ambulansutænastuni. Eisini var pláss til kjak, áðrenn næmingar og lærarar fingu eina frásøgn frá veruleikanum.
Hóast dagurin avgjørt viðger eitt sera álvarsamt evni, ið vónandi fær næmingarnar at hugsa seg um eina eyka ferð, áðrenn tey eitt nú koyra ov skjótt ella fleiri á eini knallert, er eisini pláss til eitt sindur av stuttleika, tá rúsdrekkabrillurnar verða royndar. Tá tú setir hesar brillurnar á nøsina, sært tú óklárt, og tað skal ímynda sjónina hjá einum, ið er sera ávirkaður.
Hesin dagurin hjá RFF er afturvendandi og í mong ár hava 8. flokkarnir í Føroyum fingið innbjóðing til tiltakið, ið altíð er væl skipað og gjøgnumført.
Hoyr innslag úr tíðindasendingini í Kvf 25. februar 2023:
Til heimini
- Fráboðan um skrubb
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini