9.b hevur ein dreym!
9.b hevur ein dreym
Tá tú gongur niðan trappurnar, ið leiða til bókasavnið og skrivstovuna hjá leiðsluni, sært tú í hesum døgum eina forvitnisliga framsýning, ið 9.b hevur staðið fyri.
Á øðrum vegginum stendur orðið MANNARÆTTINDI. Næmingarnir hava teknað ein bókstav hvør. Okur eiga jú øll okra lut í mannarættindum; báði teimum, ið viðvíkja okum sjálvum og øðrum.
Á hinum vegginum eru uppsløg. Umframt heimsyvirlýsingina um mannarættindi kunnu okur eisini lesa um ymiskar persónar, ið okur vanliga seta í samband við stríðið at vinna og varðveita mannarættindi.
Eitt áhugavert uppslag er heilsanin frá næmingunum í 9.b. Yvirskriftin, ”Okur hava ein dreym!”, fær okum at hugsa um kendu røðuna hjá Martin Luther King. Høvuðsboðskapurin í útgávuni hjá 9.b er, at ein dag verða øll mannarættindi hildin umframt, at teirra størsti dreymur er, at ein dag verða okur øll góðtikin, sum okur eru.
Ótrúliga týðandi boðskapur. Takk fyri áminningina, 9.b.


Til heimini
- Valfepur í Trongisvági
- Innskúlingin: Sjóneykan á lesing og lesigleði
- Innskúlingin ikki í skúla týs- og tórsdag vegna val
- Okur lesa
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri
- Lesiátak í mið- og hádeildini 2.-27. mars 2026
- GG! Fundurin er ÚTSETTUR! Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi ónskvøldið 4. mars 2026
- Suðuroyartunnilin fyllir nógv
- Føstulávintsmánadagur í mið- og hádeild
- Ungdómstingið 2026: Suðuroyartunnil og bíligari menstruatiónsvørur
- FIT FIRST FOR ALL - framløga við Helga Winther Olsen 4. februar kl. 17.00
- Næmingarnir frí mánadagin 2. februar 2026