Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
tann: 06.09.2024
Ársins rennidagur í dýrdarveðri
Í rættiligum summarveðri varð ársins rennidagur skotin í gongd.
Úti á Tvøroyri varð runnið út til Tarvafjósið og aftur, og flestu næmingar runnu teinin fleiri enn ta einu ferðina. Í Trongisvági varð runnið runt Lambabyrg, og har vóru tey ikki minni røsk at renna.
Myndir er lagdar í myndasavnið her.
Her niðanfyri eru myndir av næmingunum í mið- og hádeildini, áðrenn tey sluppu avstað. Um onkur ivast í, hví tað munnu vera so fáir næmingar á myndini av 10. flokki, so er hetta ikki, tí tey royndu at skulka sær undan, men harafturímóti at ein bólkur var farin til Trongisvágs at renna saman við yngru næmingunum.

4. flokkur


5. flokkur


6. flokkur


7. flokkur


8. flokkur


9. flokkur

10. flokkur
Myndir frá Hildur, Estrid, Turið og Anniku Ei.
Til heimini
- Skúlastýrisfundur 21. oktober 2026
- Heystevnisvikan 2026: Kvæði, vísur og tættir
- Fráboðan um skrubb
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul