Ársins várkapping í miðdeildini
4., 5. og 6. flokkarnir hava glett seg leingi ...
Endiliga var hon aftur á skránni: Várkappingin hjá miðdeildini
Farna fríggjadag var árliga várkappingin í miðdeildini. Byrjað varð beinanvegin um morgunin við kunning í fimleikahøllini, og so byrjaðu kappingarnar.
Sum siðvenjan er, varð byrjað við kappingum úti á Tvøroyri og so inn til Trongisvágs til aðrar kappingar. Hvør árgangur varð býttur í tvey lið, so fleiri sluppu í leikir í senn, men at enda vórðu stigini hjá hvørjum árgangi sær løgd saman, so vinnandi flokkurin kundi finnast og heiðrast.
Kappingarnar úti á Tvøroyri vóru ymiskar og spennandi:
- Í alisfrøðistovuni var uppgávan at byggja skap (tangram) upp á tíð. Eini átta ymisk skap vóru, og torleikastigið vaks so hvørt, sum tey høvdu bygt eitt skap.
- Í lívfrøðistovuni skuldu tey kenna djór. Eini 50 djór vóru stillað fram, og so runnu tey, eins og stafet, ein og ein av bókasavninum inn í lívfrøði at vita, um tey kendu djórini.
- Í smíð skuldu tey saga og negla. Ein skuldi saga av einum træpetti og síðani renna yvir til ein annan, ið skuldi negla ein seym niður í træpettið.
- Í evning skuldu tey føla seg fram og kenna lutir. Ein og ein skuldi renna inn og stinga hondina í ein kassa, nerta vit lutin og gita, hvat tað var.
- Í gongini var skamlastafett. Alt liðið skuldi upp á skamlar at standa á rað. Aftasti skammulin skuldi takast av gólvinum og handast framum, so øll kundu flyta seg eitt fet frameftir.
- Í fimleikahøllini var koyrt á rullibrettum. Tá ein á rullibretti kom á mál, slapp næsti avstað. Hvussu nógvar umgangir á breytini kláraðu tey í 10 minuttir?
Klokkan 9.45 koyrdu skúlabussarnir øll inn í høllina. Høllin var býtt upp í tríggjar banar: Hockey (hvørt lið spældi fýra dystir), fótbóltur (hvørt lið spældi fýra dystir) og forðabreyt (hvussu ofta megnaðu tey koma runt á breytini upp á 5 minuttir)?
Kl. 12.00 vóru kappingarnar lidnar. Spenningurin var stórur, tá farið varð at telja upp, men ein vinnari varð funnin: 5. flokkur - hjartaliga til lukku!
5. flokkur vann ferðasteypið og mátti stilla upp til myndatøku, tí í skúlanum hava okur ein "Wall of Fame", har allir vinnararnir av ítróttardøgunum hanga, og tað er kanska størsti vinningurin av øllum :-)
Til heimini
- Fráboðan um skrubb
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini