12.apr 2021
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Átak ímóti narko
SALT skipaði í dag saman við SSP fyri einum tiltaki, ið tey nevndu Átak ímóti narko. Tiltakið varð skipað sum fyrilestrar fyri næmingum í hádeildunum í oynni umframt eftirskúlanum, lærarum, foreldrum, SSP-umboðum og øðrum áhugaðum. SSP er eitt samstarv millum skúla, sosialar myndugleikar og politiið, og eitt av høvuðsendamálunum hjá SSP er at fyribyrgja, at børn og ung koma út í kriminalitet.
Trý korter til tólv í dag setti Ólavur Rasmussen, stjóri í SALT, tiltakið og gav orðið og pallin til Brynjer Johannesen, ið hevur starvast sum narkopolitistur í 10 ár.
Brynjer byrjaði við at greiða frá, at hóast hann ikki er búsitandi her suðuri, hevur hann sterkt tilknýti til oynna, tí tað er her, hann er uppvaksin. Brynjer tosaði um mangt ymiskt, ið hevur við rúsevni at gera, og hvat kann geva okum eina ábending, um okkurt er á vási. Hann greiddi frá, at okur síggja fleiri og fleiri hørð rúsevni í Føroyum. Flestu okra vilja gjarna vera har, sum tingini henda, men tað er altíð umráðandi at hugsa seg um.
Tað hevur alstóran týdning, at foreldur og verjar tosa við børnini og tey ungu, og at tey ungu kunnu kenna seg trygg at tosa við tey vaksnu. Sterkar vaksnamannafyrimyndir hava sera stóran týdning fyri ungdómin; bæði í familjuni, innan ítróttarheimin og aðrastaðni!
Næstir á pallinum vóru ein hundur og eigari hansara. Báðir arbeiða hjá løgregluni. Tá løgreglan hevur illgruna um rúsevni, kann hon eitt nú brúka hundar at hjálpa sær at leita. Hundaeigarin, ið er løgreglumaður við ískoytisútbúgving innan hetta økið, greiddi frá tilgondini til at fáa ein hund góðkendan sum løgregluhund, og hvat arbeiðið inniber. Hann dámar sera væl sítt arbeiði; sum hann segði, so elskar hann at vera við til at finna og fjerna ting, ið kunnu skaða okra ungdóm. Hann kom eisini við inniligari áheitan á tey ungu, ið lýddu á, at halda seg burtur frá rúsevnum. Eisini hann kom við áheitan á foreldur og øll onnur vaksin um at vera góðar fyrimyndir!
Dugnaligu Lív og Tróndur spældu og sungu síðani tveir av sínum vøkru sangum: Sveimandi og Lítli fuglur. Sum altíð sera væl framført av teimum báðum!
At enda kom Mariann Reinert á pallin. Hon er SSP-løgregluumboð. Hon tosaði millum annað um týdningin av góða sjálvsvirðinum; gott sjálvsálit er ikki nóg mikið! Um okur hyggja at, hvat ein av felagsnevnarunum fyri tey, ið koma illa fyri av rúsevnum, er, sæst, at flestu teirra ikki eru í skipaðum felagsskapum. Tað kundi verið ítróttar- ella øðrum frítíðarvirksemi. Hevur tú nakað at taka tær til, so hevur tú eisini minni tíð til tað minni hepna. Mariann tosaði eisini um tað at brýggja seg um onnur. Okur hava øll ábyrgd av at tryggja børnum og ungum eina góða tilveru og bestu fortreytir fyri góða lívinum. It takes a village to raise a child! Mariann heitti á øll um at vera við til at basa sonevndari ”stempling”: Okur skulu venja okum av við at tosa um ”tað og tað slagið”! Okur eru meir enn okra eftirnøvn!
Hetta var eitt sera væleydnað tiltak. Takk fyri til øll tykum, ið greiddu frá, SALT og sjálvandi eisini takk Lív og Tróndur fyri sangin.
Les meir um SSP her: https://ssp.fo/
apr. 2024