Borðtennis sett á tímatalvuna
Tórsdagin og fríggjadagin sluppu okra næmingar í 1.-5. fl. at royna seg í borðtennis.
Borðtennissamband Føroya hevur - í samstarvi við skúlan - skipað fyri borðtennisvenjing. Svenski instruktørurin, Jan Berner, tekur sær av venjingini saman við lokalum venjarum úr TBF - Tvøroyrar borðtennisfelagi.
Næmingarnir fingu grundleggjandi venjijng í borðtennisspæli, og sjálvandi var eisini tíð til spøl og stuttleika. Borðtennis er eitt skjótt spæl, har tað ræður um at taka skjótar avgerðir og hugsavna seg, og um onkur kanska hevur fingið hug at venja borðtennis, síggjast venjingartíðirnar hjá Tvøroyrar borðtennisfelagi á niðastu myndini.
Takk til Borðtennissambandið og Tvøroyrar borðtennisfelag fyri sera stuttligar og læruríkar dagar!





Borðtennissambandi Føroya hevur eisini skrivað um skúlavitjanirnar her. Myndirnar úr høllini hevur Otto tikið.
Til heimini
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini