Do as I Say! (Listaleypurin)
Listaleypurin á vitjan
DO AS I SAY!
Okur hava í dag havt vitjan úr Listaleypinum. Í dag var talan um ein dansibólk, ið framførdi eina sonevnda samvirkna dansisýning, har næmingarnir eisini vóru aktivir í framførsluni.
Næmingar úr 8. og 9. flokkunum møttu saman við lærarunum klokkan 10.00. Ein av dansarunum bíðaði okum uttan fyri fimleikahøllina og gav okum boð um at fara úr skónum og bað okum bara fara inn og fylgja vegleiðingini úr hátalarunum.
"Far til onkran vegg! Far til onkran annan vegg! Nei, skeivur veggur, far onkra aðrastaðni! Setið tykum á gólvið! Reisið tykum upp! Gakk tvey fet ímóti einum dansara!"
Hetta var eitt sindur løgið, men okur gjørdu, sum sagt varð. Í fyrstani vóru boðini óskyldig, og fleiri høvdu hug at smílast. Boðini broyttust tó, og av og á hoyrdu hoyrdu søgur um happing og tað "bara at gera sum hini".
So við og við skiltu okur boðskapin og álvaran í framførsluni.
Tá sjálv framførslan var av, sótu okur øll í einum stórum rundingi, og ein úr dansibólkinum spurdi øll í rundinginum, um tey vildu siga eitt orð ella ein setning um framførsluna (tað fyrsta, ið kom teimum til hugs). Har vóru fleiri boð: Stuttligt í fyrstani, spennandi, løgið, syrgiligt, ræðandi, happing og annað.
Ein genta segði eftir framførsluna, at hon helt, tað var stuttligt og eitt sindur løgið í fyrstani, men so bleiv mann eitt sindur illa við, tá mann skilti, hvat tað var, sum hendi.
Hetta var ein góð framførsta, ið gav okum øllum nakað at hugsa um!
---
Listaleypurin er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið og Kommunufelagið. Endamálið er at geva fólkaskúlanæmingum listaupplivingar, ið yrkislistafólk standa fyri.
Meira um DO AS I SAY:
https://www.listaleypurin.fo/listaleypurin-202223/do-as-i-say







Til heimini
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini