Eg sjólívið valdi - BEINUR fekk vitjan av 2.a og 2.b
Hesa spennandi frásøgnina hava okur fingið frá 2.a og 2.b og Hildur, takk fyri
Sum ein lið í ætlanini at vitja arbeiðspláss hjá foreldrum, fingu 2.a og 2.b í Trongisvágs skúla tórsdagin møguleika at vitja umborð á stásiliga skipinum Beinur, sum í dag liggur við bryggju á Tvøroyri, klárur at landa makrel til VP.
Henda vitjan hóskar væl til okkara lærugrein “heimstaðarlæra”.
Pápi Tanju í 2.b, Helgi Eysturberg, er 1. meistari umborð. Sum tað fyrsta, fóru vit øll úr skónum, tí alt var so sera reint og pent umborð.
Tanja og Helgi vístu okkum runt, bæði inni í abteringini (skipið innan) og á dekkinum. Vit sóu millum annað kontrolrúmið, kahyttina (kamarið) hjá Helga, venjingarrúmið, brúnna, galluna (køkin), messuna (har manningin etur), salongina (har manningin slappar av) og fótbólts-sjónvarpsstovuna, har teir heppa á Manchester United :) og mangt annað.
Næmingarnir vóru sera fittir og áhugaðir og settu fleiri góðar og viðkomandi spurningar.
Frá kokkinum fingu vit leskiliga saft og okkurt gott undir tonnina. Takk fyri tað.
Beinur er bygdur í 2016, er 78 m langur og 15 breiður og tekur uml. 2600-2800 t. Skipið hevur 11 tangar at pumpa fiskin í og úr og er sostatt ongantíð eitt sporl á sjálvum dekkinum. Beinur fiskar makrel og sild. Skipið er vakurt, snotuligt og sera framkomið tøkniliga. Vanliga telur manningin 8-10, nærum bara føroyingar. Føroyska familjan Tindskarð í Hirtshals eigur Beinur.
Helgi var sjálvandi eisini errin at vísa okkum reina og ruddiliga maskinrúmið, har hann greiddi frá øllum tí áhugaverda, sum har var at síggja og fortaldi eisini, at Beinur hevur ein Wärtsilä motor á 4000 hestar.
Helgi greiddi frá at VP dámar væl at keypa makrel og sild frá Beinur, tí góðskan á fiskinum er so góð, og tí keypir VP fiskin fyri góðan prís.
Vit takka hjartaliga fyri áhugaverdu rundvísingina og blíðskapin umborð á Beinur.
Kanska onkrir av okkara fittu næmingum fara at velja sær sjólívið, áhugin var í øllum førum stórur í dag.
Myndir frá vitjanini eru at síggja her.
dec. 2024