Ein lítil tanki kann gleða mong
Ein av okra allarkærastu jólasiðum hevur verið á skránni í dag
9. flokkur hevur bakað smákøkur, 1.-5. og 7. fl. hava teknað jólakort, 8. flokkur hevur málað jólakúlur, og 10. flokkur hevur gjørt smákøkupakkarnar klárar, og í dag hava næmingar í mið- og hádeildini verið og vitjað hjá teimum elstu í kommununi. Við sær høvdu tey ein smákøkupakka við eini jólaheilsan frá skúlanum.
Hetta er sjeyndu ferð, okur fara runt við hesum jólaheilsanunum. Gevaragleðin er týðilig, tí næmingarnir koma aftur í skúla við einum stórum smíli og greiða frá, hvussu glað fólk vanliga eru fyri hendan tankan: Ein lítil tanki, ið veruliga kann gleða mong; báði gevara og móttakara.
Tey, ið búgva á Suðuroyar ellis- og røktarheimi fingu eisini smákøkur umframt eina jólakúlu við navni og árstali á. Hesar kúlurnar prýða jólatrøini á hjá teimum saman við kúlunum, tey hava fingið undanfarin ár.
Ikki øll vóru heima, og tískil verða síðstu smákøkurnar bornar út seinni. Okur royna at fáa allar út í dag.
Nakrar myndir frá í dag (eru við samtykki): https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=15557
Til heimini
- Fráboðan um skrubb
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini