Ein tøkk til ársins næmingaráð
Í gjár var síðsti felags morgunsangur á skránni úti í Tvøroyrar skúla. Okur sungu tveir sangir og ein sálm, ið 10. flokkur hevði valt, nú hetta var teirra síðsti morgunsangur her hjá okum: Gakk tú tryggur, Heimlongsul til Tvøroyrar og Minnist tú, ið er ein av sangunum hjá Kulu Rótum um fyrsta skúladag í fyrsta flokki.
Mest týdningarmikla punktið á skránni var tó ein viðurkenning av okra næmingaráði.
Sum skúli eru okur sera takksom, at okur hava næmingar, ið fegnir vilja manna næmingaráðið. Okur hava havt eitt sera virkið og vælvirkandi næmingaráð, ið - hóast viðhvørt avmarkað av koronuavmarkingum - hevur skipað fyri fleiri felags tiltøkum og havt regluligar fundir. Sjálvandi kunnu okur ikki altíð ganga øllum ynskjum á møti, men okur skulu sjálvandi altíð lurta, og tað hendir meir enn so, at okkurt, ið næmingaráðið - vegna næmingarnar - hevur lagt fram, er sett í verk.
Í dag fingu næmingaráðsumboðini handað heiðursbræv og eina lítla gávu sum tøkk fyri megnararbeiðið! Takk fyri og góða summarferiu :-)

Næmingaráðslimir og varaumboðini avmyndað til ársins síðstu morgunløtu!
Til heimini
- Valfepur í Trongisvági
- Innskúlingin: Sjóneykan á lesing og lesigleði
- Innskúlingin ikki í skúla týs- og tórsdag vegna val
- Okur lesa
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri
- Lesiátak í mið- og hádeildini 2.-27. mars 2026
- GG! Fundurin er ÚTSETTUR! Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi ónskvøldið 4. mars 2026
- Suðuroyartunnilin fyllir nógv
- Føstulávintsmánadagur í mið- og hádeild
- Ungdómstingið 2026: Suðuroyartunnil og bíligari menstruatiónsvørur
- FIT FIRST FOR ALL - framløga við Helga Winther Olsen 4. februar kl. 17.00
- Næmingarnir frí mánadagin 2. februar 2026