01.des 2021
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Nógvir eru møguleikarnir eftir loknan fólkaskúla. Summi vita, hvat tey ætla, meðan onnur ivast ella kanska als ikki hava tikið støðu til nakað enn. Ein av mongu møguleikunum er at fara sum skiftisnæmingur við AFS, men hvat er tað?
Mánadagin var ein av okra fyrrverandi næmingum, Elisabet í Gerðinum, og fortaldi 9. og 10. fl. um síni upplivilsi við AFS. Í skúlaárinum 2019-2020 var hon skiftisnæmingur í Kanada.
Elisabet fortaldi um, hvussu tað var at flyta úr Føroyum til eina ókenda familju í einum ókendum landi, hvussu tað var at fáa vinir úr mongum ymiskum londum, at ganga í skúla í einum heilt fremmandum landi og alt møguligt annað, ið hoyrir til, tá tú flytur til eitt heilt nýtt stað. Hon fortaldi, at tað sjálvandi krevur nakað av tær, men at tú fært so nógv meir afturfyri. Tú lærir at standa á egnum beinum og at trúgva upp á teg sjálva/n.
Eitt av høvuðsendamálunum er at læra tey ungu um onnur lond og aðrar mentanir; at tað fremmanda ikki neyðturviliga er vandamikið - bara øðrvísi! Við persónligum vinabondum fært tú eina heilt øðrvísi fatan av øðrum londum og mentanum.
Sum skiftisnæmingur við AFS flytur tú vanliga til eitt annað land í eini 10 mánaðar og gongur í skúla har. Sambært Elisabet fara flestu eftir loknan 9. ella 10. flokk og summi eftir 1. árið á miðnámsskúla.
Les meir um AFS her: http://www.afs.fo og http://www.afs.dk
mar. 2024