Føstulávint í 4.-10. flokki
Tunnurnar eru komnar niður, næmingarnir eru farnir heim, og nú er friðarligt í skúlanum.
Í morgun var annars lív í, tá tunnusláttur var á skránni. Kattakongar í miðdeildini blivu Rebekka K. og Tristan úr 6.b og í hádeildini Kristian og Sólvá úr 9.a.
Nógvar stuttligar, festligar, óhugnaligar og kreativar grýlur vóru at síggja. Næmingaráðið hevði syrgt fyri eini grýlukapping. Øll (báði næmingar og starvsfólk) fingu ein atkvøðuseðil hvør, og spenningurin var stórur, tá uppteljingin fór í gongd.
Klokkan 11.30 samlaðust øll í fimleikahøllini. Kattakongarnir fingu sínar gávur, og vinnaragrýlurnar vórðu heiðraðar:
Ársins grýla: Ida í 6.a
Óhugnaligasta grýla: Elsa Maria í 5.a
Stuttligasta grýla: Dávur í 4.a
Kreativasta grýla: Nóa í 5.a
Ársins næmingaráðsgrýla: Baldrian í 7.a
Ársins læraragrýla: Wivika og Anna
Festligasti flokkur, ið vann høvuðsvinningin, var aftur í ár 5. flokkur. Vinningurin er ein túrur á Pizzaria :-)
Myndir av 4.-10.fl verða at síggja í myndasavninum seinni í dag: https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=15642
Eisini innskúling hevur hildið føstulávint í dag. Kattakongar í Trongisvági blivu Ivalu í 2.a og Levi í 3.a. Nakrar myndir frá Dianu síggjast her: https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=15639
Til heimini
- Okur lesa
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri
- Lesiátak í mið- og hádeildini 2.-27. mars 2026
- GG! Fundurin er ÚTSETTUR! Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi ónskvøldið 4. mars 2026
- Suðuroyartunnilin fyllir nógv
- Føstulávintsmánadagur í mið- og hádeild
- Ungdómstingið 2026: Suðuroyartunnil og bíligari menstruatiónsvørur
- FIT FIRST FOR ALL - framløga við Helga Winther Olsen 4. februar kl. 17.00
- Næmingarnir frí mánadagin 2. februar 2026
- Innskriving í Gluggan, skúlaárið 2026-2027
- Fráboðan um skrubb
- Gleðilig jól :-)