Fyrireiking til føstulávint
Føstulávintsmánadagur er komandi mánadag, og sjálvandi verður hesin dagurin eitt sindur øðrvísi enn aðrir vanligir skúladagar.
Fyrr í hesi vikuni komu tunnurnar, og 7. flokkur hevur málað og pyntað tunnurnar til 4.-10. flokk, so tær eru klárar til mánadagin.
Næmingaráðið hevur eisini fyrireikað eina grýlukapping til 4.-9. flokk.
Føroya Bjór hevur játtað at stuðla næmingaráðnum við vinningum til stuttligastu, kreativastu og óhugnaligastu grýlurnar. Harumframt verður eisini ein vinningur til flokkin, ið er ”mest við upp á tað!”
10. flokkur fer í starvsvenjing í komandi viku, men tey verða ikki snýtt fyri tunnusláttur, so tey sláa tunnu í dag.
Okur vóna at síggja nógvar fittar grýlur til tunnusláttur báði inni í Trongisvágs- og úti í Tvøroyrar skúla mánadagin :-)
Nakrar myndir av tunnunum og 7. flokki:
Til heimini
- Fráboðan um skrubb
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini