Fyrsti skúladagur hjá 10. flokki
Í dag var fyrsti skúladagur hjá 10. flokki. Hóast flestu næmingar í flokkinum hava gingið í Tvøroyrar skúla flestu skúlaárini, so verður hetta árið nakað øðrvísi enn tey undanfarnu.
10. flokkur er sjálvsagt øðrvísi á tann hátt, at næmingarnir sjálvir velja allar lærugreinar og breytir á tímatalvuni. Kravið er, at tey skulu hava á leið 28 tímar, men so kunnu tey eisini velja tað, ið er mest viðkomandi og áhugavert fyri tey.
Vanliga koma teir næmingar úr Hvalbiar skúla, ið velja at halda fram í 10. flokki, til Tvøroyrar at taka síðsta árið í fólkaskúlanum. Í ár er onki undantak, og ársins 10. flokkur er samansettur av næmingum, ið hava gingið í trimum ymiskum flokkum, tveimum úr Tvøroyrar skúla og einum úr Hvalbiar skúla.
Umframt okra egnu næmingar í 10. flokki møttu eisini í dag næmingarnir úr Føroya eftirskúla, ið koma at hava nakað av undirvísing saman; báði vanligu lærugreinirnar og breytir.
Hetta verður avgjørt eitt spennandi ár. Vælkomin í 10. flokk og somuleiðis vælkomin til næmingarnar á Føroya eftirskúla.
Til heimini
- Fráboðan um skrubb
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini