Gluggin vitjaði Sjúkrahúsið
Í august byrjaði Gluggin, okra nýggi forskúli, og børnini og tey vaksnu hava longu upplivað mangt og hvat. Mánadagar plaga tey at fara onkran túr í nærumhvørvinum og oynni annars. Tey hava verið túrar í náttúruni, til aðrar bygdir, søguligar vitjanir, virkisvitjanir og annað.
Virkisvitjanir hava millum annað verið í Bank Nordik og á Taravirkinum í Fámjin. Farna mánadag var túrurin komin til Suðuroyar sjúkrahús, har børnini og starvsfólkið vórðu væl móttikin.
Fyrst varð farið á seingjadeildina og skaðastovuna, har sjúkrarøktarfrøðingar greiddu frá, hvat verður gjørt har. Í fysio- og ergoterapiini sluppu børnin iat royna ymsu maskinurnar og trampolinirnar.
Uttanfyri bíðaði sjúkrabilurin við sínum blinkandi ljósi og eyðkendu sirenu. Børnini sluppu sjálvandi eisini inn í sjúkrabilin.
Áðrenn leiðin aftur gekk inn til Trongisvágs, vórðu matpakkarnir etnir í kantinuni á sjúkrahúsinum.
Børnini og tey vaksnu vóru so glað fyri dagin og sera takksom fyri góðu móttøkuna og blíðskapin.
Fleiri myndir frá vitjanini eru her.
Til heimini
- Fráboðan um skrubb
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
