Góðveðursdagar og uttandura undirvísing
Tá veðrið er gott, er deiligt at kunna flyta undirvísingina útum. Í farnu viku vóru fleiri dagar við sól og stilli, og hesum gjørdu fleiri lærarar og flokkar sær dælt av. Umframt árliga rennidagin og søgutíman hjá 9. flokki niðan á Nakk, ið okur hava skrivað um her á síðuni, vóru fleiri aðrar góðar uttandura løtur. Her eru nakrar av teimum avmyndaðar (her kundu verið nógvar afturat):

Kost- og rørslubreytin var ein súkklutúr runt Froðba (sí greinamyndina) og til Trongisvágs.

Okur hava borð og benkur í skúlagarðinum, so enska mállæran kann saktans gerast uttandura.

Thorshavn hómast á fjørðinum. Her er tað 7. flokkur, ið kemur aftur av fiskitúri. Niðanfyri eru nakrir av næmingunum í 7. flokki klárir at fara avstað.


Týsk mállæra kann sjálvandi eisini flytast útum.

Samfelags- og mentanarbreytin í 10. flokki nýtti høvið (og árstíðina) at skaffa sær nakrar nátar, ið sjálvandi skuldu klárgerast, áðrenn flokkurin fór í skúlakøkin at matgera - og eta, sjálvandi.

5. flokkur var ein túr á spæliplássinum; hepnu tey fingu eisini ís :-)

Til heimini
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini