Grýlukapping 2022
Grýlukapping fyri 4.-9. flokk
Mánadagin er føstulávintsmánadagur, og tí er føstulávintshald skúlans sjálvandi á skránni. Okur fara at sláa tunnu, og okur vóna, at síggja nógvar grýluklæddar næmingar (hvør veit – kanska eisini lærarar).
Millum størru børnini í 4.-9. flokki er eisini ein grýlukapping, ið næmingaráðið hevur stílað fyri farnu árini. Ein vinningur verður latin til hvørja av hesum fýra grýlunum: Vakrasta, óhugnaligasta, stuttligasta og kreativasta. Somuleiðis hava okur ein góðan vinning til festligasta flokkin; tað vil siga ein flokk, ið setir sín góða og festliga dám á føstulávintshaldið.
Í ár vónar næmingaráðið eisini aftur at síggja nógvar grýluklæddar lærarar og onnur starvsfólk, tí tey vóna at sleppa at velja ársins læraragrýlu eisini :-)
Onki ávíst tema, so loyvið hugflognum leysum.
Okur síggjast mánadagin!
Til heimini
- Skúlastýrisfundur 21. oktober 2026
- Heystevnisvikan 2026: Kvæði, vísur og tættir
- Fráboðan um skrubb
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul