Ársins várkapping hjá hádeildini hevur verið í dag!
Nógv hevur verið á skránni hjá hádeildini hesa seinastu tíðina, men árligu várkappingina vildu næmingarnir ikki missa. So í morgun klokkan 8 møttu øll (7.-10.fl.) í fimleikahøllini til kunning.
Fyrri partur av kappingini var býttur í seks ymiskar smákappingar: Gita djór, avbjóðing at byggja ymisk skap, styvlakast, saga og smíða, gita ein lut og ein túr á rógvimaskinunum.
Í lívfrøðistovuni var uppgávan at gita djór. Hetta var skipað sum ein stafettrenning, har næmingarnir vóru á bókasavninum og runnu ein og ein inn í lívfrøðistovuna, funnu sær eitt djór og gittu, hvat slagið var. Rætt git gav eitt stig.
Í alisfrøðistovuni var ein uppgáva at byggja ymisk skap. Endamálið var at byggja so nógv, sum til bar. Torleikastøðið vaks, so hvørt eitt skap var bygt. Her var neyðugt veruliga at hugsavna seg, um stig skuldu vinnast.
Í evningsstovuni skuldu næmingarnir gita lutir. Ein og ein lutur varð lagdur í eina pappeskju, og næmingar skuldu nerta og gita lutin. Hetta var eisini skipað sum ein stafettrenning, og hvør gittur lutur gav eitt stig.
Í smíð skuldi ein næmingur saga eitt petti av einum bretti, renna yvir til næsta næmingin, ið síðan skuldi smíða ein seym í eitt træpetti, og so næsti næmingur at saga o.s.fr. Eitt stig fekst tú, tá seymurin var smíðaður í brettið.
Kappróður var eisini á skránni; á rógvimaskinum. Kappingin var at rógva so langt, sum flokkurin tilsamans megnaði í eitt avmarkað tíðarskeið.
Sætta kappingin var styvlakast. Ein og ein skuldu næmingarnir kasta ein styvla so langt, sum teir kláraðu. Tað er ikki bara lætt at kasta ein styvla, tí hugsavnar tú teg ikki, so er lætt at kasta út til síðina og harvið als ikki serliga langt.
Tá øll høvdu verið ígjøgnum allar hesar seks kappingarnar, møttust øll aftur í fimleikahøllini. Nú vóru síðstu tvær kappingarnar á skránni: Blindaflogbóltur í fimleikahøllini og fótbóltur úti í skúlagarðinum.
Tá klokkan nærkaðist middegi, vóru kappingarnar lidnar, og spenningurin var øgiligur, tá talt varð upp. Jón, ið handaði steypið, segði, at millum nummar 1 og 4 vóru einans seks stig á muni, so sigast kann ikki annað enn, at øll høvdu gjørt sítt í dag.
Tá avtornaði varð kunngjørt, at vinnarin av ársins ítróttardegi/várkapping var 10. flokkur, ið fekk ferðasteypið handað. Størsti vinningurin er tó at sleppa at hanga uppi á Wall of Fame, har allir vinnararnir av ársins ítróttardøgum hanga.
Á myndini mangla Boas og Elsebeth. Tey koma við á myndina, ið verður hongd upp í skúlanum!
Takk fyri eina stuttliga og spennandi kapping - okur gleða okum longu til næstu ferð :-)
jun. 2023